Handanin av mentanarvirðislønum Norðurlandaráðsins

Af bókasavnið

Týsdagin 21. oktober vórðu vinnararnir av mentanarvirðislønum Norðurlandaráðsins kunngjørdir. Tveir føroyingar vunnu, og í gjárskvøldið vóru tey í Stockholm og tóku móti virðislønunum. Vónbjørt Vang fekk bókmentavirðislønina fyri bókina "Svørt orkidé", ið forlagið Eksil gav út í 2023, og filmsvirðislønina fekk føroyski filmurin "Seinasta paradís á jørð", ið Sakaris Stórá hevur leikstjórnað og skrivað saman við Mads Stegger og Tommy Oksen, ið eisini eru handritahøvundar, og Jón Hammer, ið er framleiðari. 

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er uppstillaður til virðisløn Norðurlandaráðsins, og fyrstu ferð í 39 ár, at ein føroyingur fær bókmentavirðislønina.

 

Les grundgevingarnar hjá dómsnevndunum fyri føroysku verkini

Icon Description

(Seinasta paradís á jørð) 

"Við góðum tamarhaldi og einari djarvari visjón fangar henda søgan kjarnuna í einsamalla lívinum á eini oyggj. Søgan flytur seg longur enn til spurningin um at verða verandi ella fara. Hon fordjúpar seg í persónligari sorg, kensluligum lammilsi og bráðfeingis avbjóðingum í eini vistfrøðiligari kreppu. Eftir at mamma høvuðspersónin Kára doyði, er familja hansara farin av kós, og samstundis minkar fiskastovnurin, ið ber boð um, at sjálv móðir jørð viknar. Við skaldsligum mótsetningum - kvinnum, ið svimja fríar í sjónum og rørsluleysu rútmuni á fiskavirkinum - leggur filmurin dent á tann alneyðuga tørvin á at fáa samband við náttúruna aftur.   

Heldur enn at taka til dramatiskar snildir avdúkar søgan varliga tað stilla, men máttmikla stríðið fyri at yvirliva og fyri familjuni. Við bergtakandi framførslum hjá ungum talentum stuðlað av royndum sjónleikarum, saman við ómetaligari filmsgerð og fangandi tónleiki, stendur filmurin sum ein merkissteinur í føroyskum - og norðurlendskum - filmi. 

 

(Svørt orkidé)  

Eitt ungt menniskja, sum so við og við hvørvur inn í ein undirheim, og ein mamma, sum roynir at geva sorgini skap. Verkið avmyndar óttan hjá einari mammu fyri at missa tannáringasonin, sum veksur upp og roynir egnar leiðir – og sum møguliga er við at koma skeivt fyri. Yrkingarnar snúgva seg um spurningar sum: Nær er sonurin sín egni og ikki longur hennara? Nær er hon sín egna og ikki bert mamma? Nær er ein heilur – og kann ein nakrantíð vera tað? 

Verkið hevur eitt sterkt visuelt úttrykk, og arbeiðir við fleiri løgum av meining og materialiteti. Síðurnar eru prýddar við kollasjum, sum høvundurin hevur gjørt, samansettar av tekstum og myndum úr øðrum verkum. Henda nýtslan av brotum og visuellum elementum dregur fram tað klovnaða og leitandi í mammuni - og hennara roynd at finna mál fyri tí, sum ikki kann sigast. Við hesum setir "Svørt orkidé" orð á samspælið millum samleika og gerð: Hvør er mamman, tá barnið tekur frástøðu? Og hvør er rithøvundurin, tá málið fánar?

Verkið er partur av eini núverandi bylgju av móðurbókmentum, sum tað bæði umrøður og vísir á. Hesar bókmentir eru útgangsstøðið fyri, at verkið leitar eftir skapi og meining í sorgini. Samstundis nertir yrkingasavnið við háaktuell tema um at vera foreldur í dagsins samfelag – um skipanir, sum miseydnast, og ein ungdóm, sum er alsamt meira ónøgdur við lívið.  

Vónbjørt Vang (fødd 1974) er ein eyðkend rødd á føroyska bókmentapallinum. Fyrsta yrkingasavnið "Millumlendingar" kom út í 2011, og yrkingasavnið "Djúpini" í 2017. Hennara skriving kannar djúp menniskjanslig sambond, og hvussu hesi eru krógvað í tíð og stað. Saman við "Svørt Orkidé" kom "Úr loggbókunum" út í 2023, sum á ein persónligan, hugleiðandi og skaldsligan hátt setir orð á skrivitilgongdina hjá høvundinum.

Svenska Sara Lundberg fekk barna- og ungdómsbókmentavirðislønina fyri myndabókina "Ingen utom ja". Tónleikavirðislønin fór til  íslendska klaverleikaran Víking Ólafsson, og tey donsku "Grønne nabofællesskaber" fingu umhvørvisprísin. 

Vit vilja enn eina ferð nýta høvið at ynskja føroysku vinnarunum hjartaliga tillukku við stóra heiðrinum. Og senda eina serliga heilsan til okkara býarbókavørð Vónbjørt Vang.